J&K Petersen veitt stuðul til ungmannafelagið í Skálavik.

Fyrrapartin í gjár bjóðaði Skálavíkar kommuna til morgunmat á Keldu í samband við, at vegurin, sum er bygdur til økið, har lívfiskastøðin hjá Bakkafrost skal byggjast, formelt varð handaður.

Arbeiðsmenn hjá J&K Petersen, sum hava bygt vegin, vóru við, og tað onkur í leiðslu felagsins eisini. Stjórin, Stein Olvur Petersen, var ein, og Niclas Joensen, fíggjarleiðari, ein annar.

Eisini vóru onnur við til hátíðarløtuna, sum hava havt eitt hvørt tilknýti til verkætlanina, eitt nú bóndin, sum læt jørðina og formaðurin í hagastýrinum. Kommunan var eisini umboðað við nøkrum fólkum.

Á tiltakinum varð eisini ein gáva – ella stuðul – latin Ungmannafelagnum Kelduni, sum í gjár var karmur um hátíðarløtuna. Tað var J&K Petersen, sum ynskti at stuðla felagnum við 5.000 krónum.

Tað var stjórin í J&K Petersen, Stein Olvur Petersen, sum handaði forkvinnuni í Ungmannafelagnum Kelduni, Marjuni Hansen, eitt skjal, sum segði, at felagið ynskir at stuðla felagnum.

Onnur tíðindi