Rundkoyring Rókin

Fyrsti partur av rundkoyrinini á Rókini er liðugur

Hósdagin 7. Mars 2019 avhendaði J & K. Petersen Contractors 1. part av arbeiðinum í sambandi við rundkoyringina á Rókini í Eysturoynni til NCC. Endalig avhending fer fram tá tunnilin er liðugur í 2020.

Arbeiðið byrjaði 1. Desember 2017, tá farið varð at sigla grót frá Strondum yvir á Rókina.

Síðani varð farið undir at gera økið klárt soleiðis at NCC slapp framat at stoypa portalin til tunnilin Eysturoyarmegin. Hetta arbeiði gekk sum ætlað.

Næsti partur av arbeiðinum var at gera vegin og grótgarðin fram við sjóvarmálanum, og varð hetta arbeiðið liðugt í januar 2019 sum avtalað. Vegurin vað sostatt liðugur meira enn eitt ár áðrenn tunnilin letur upp.

Til staðar í sambandi við avhendingina vóru Sigurd L. Lamhauge, NCC, Klæmint Eliasen, Eystur- ogSandoyartunnilin, og Sigtór Petersen, J. & K. Petersen Contractors.

Allir partar hava arbeitt miðvíst fram ímóti at tryggja at tíðarætlaninar halda.

NCC og J. & K. Petersen samstarva eisini um fleiri onnur arbeiði í samband við Eysturoyartunnilin og Sandoyratunnilin. Hesi arbeiði eru á Strondum, á Hvítanesi, á Gomlurætt og í Traðardali á Sandoynni.

Onnur tíðindi