J&K Petersen søkir eftir royndum formanni til størri verkætlan. Sum formaður fert tú, í tøttum samstarvi við verkætlanarleiðaranum, at standa fyri einum stórum verkslagsarbeiði í Vágoynni.
Arbeiðsuppgávurnar verða millum annað at samskipa dagligu framleiðsluna, undirveitarar og maskinurnar, umframt at ganga á odda fyri at fáa arbeiðið væl avgreitt og til avtalaðu tíð.
Førleikar:
Útbúgving er ikki krav, men ynskiligt er, at rætti viðkomandi hevur handverkliga- ella viðkomandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur um viðkomandi hevur royndir við at leiða størri arbeiðir.
Tað hevur tó størstan týdning, at rætti viðkomandi er:
- Ágrýtin
- Vælskipaður
- Praktiskt annlagdur
- Sjálvstøðugur
Koyrikort til persónbil er krav.
Vit kunnu bjóða:
- Eitt fjølbroytt starv
- Persónliga menning
- Løn sambært førleikum og royndum
- Fleksibilitet
Umsókn:
Umsókn kann sendast til starv@jkp.fo. Vilt tú hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hilbert Elisson, verkætlanarleiðara, á tlf.: 585004.
Samrøður verða hildnar leypandi og starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. Septembur 2023.
Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI-