Arbeiðið at leingja Vága Floghavn er um at verða liðugt. Seinasta hond verður lagt á asfaltarbeiðið, soleiðis at vøllurin kann takast í nýtslu 03. desembur 2012.
Hegnið um vøllin verður sett upp í løtuni og strípur o.a. á vøllinum er um at verða liðugt. Nýggju innflúgvingarljósini eru roynd og tey rigga sum tey skulu.
Arbeiðið hevur gingið væl og arbeiðið verður avleverað til Vága Floghavn til tíðina.