Royndarkoyring av nýggjari reinsiskipan

So var tíð at royndarkoyra okkara nýggju reinsuskipan á blandistøðini hjá J&K Betong.

Skipanin reinsar og skilur betong frá skervi og sandi. Betongið verður pressa saman til máttur, ið kunnu nýtast aftur í t.d. landbúnaðinum til tæðing. Skervur og sandur kann endurnýtast, tá alt slammið er skilt frá.

Vatnið verður eisini reinsað í skipanini. Soleiðis verða alla restir og avlop, ið liggja í betongbilum okkara, reinsað og endurnýtt.

Vit kunnu nú siga, at vit hava fyrstu reinsuskipan, ið endurnýtur alt tilfarið, ið verður nýtt á blandistøðini – til gagns fyri okkara náttúru.

Onnur tíðindi