Starvsvenjing (praktikk) hjá J&K Petersen

Hevur tú hug at arbeiða við uppgávum úti á byggiplássinum og lesur tú byggi- ella verkfrøði, so er hetta nakað fyri teg.

Profilur

Vit eru eitt stórt byggifelag, sum arbeiða innan tvey høvuðsøki:
– Verklagsarbeiði – vegir, havnir, flogvøllir, tunlar – á landi og sjógvi
– Byggiarbeiði – bygningar, brýr, kaiir – Betong og timburarbeiði

Harumframt er J&K eitt sjálvstøðugt dótturfelag, sum veitir sement til nógvar ymiskar kundar í Føroyum.

Stutt um teg og starvsvenjingina

– Tú lesur til byggifrøðing ella verkfrøðing
– Verklags- ella byggiuppgávur hava tín áhuga
– Veður og vindur forðar tær ikki
– Tú hevur koyrikort
– Starvsvenjingin er ein samanseting av byggiplássi og skrivstovuarbeiði

Tú kanst millum annað vænta at arbeiða við:
– Góðskustýring
– Heilsu, trygd og arbeiðsumhvørvi
– Tekningum og útrokningum
– Uppmáting og avseting og viðgerð av dáta
– Taka lut á byggifundum og annað
Væntandi kemur tú at arbeiða á einum at stóru arbeiðsplássunum í Føroyum.

Fleiri upplýsingar
Arbeiðsmál er føroyskt/danskt/enskt
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta teg í samband við Finnur Joensen á finnur@jkp.fo

Umsókn og CV verður sent til finnur@jkp.fo
www.jkp.fo

Um J & K Petersen

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði arbeiðir fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 200 fólk starvast í fyritøkuni.

Føroysk bygging – Fakligur stoltleiki