Á myndini eru frá vinstru: Edvin Joensen, J&K Petersen, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Petur Páll Juul, J&K Petersen, spreingimeistari.

Langhylurin í Gundadali: Fyrsta skotið í dag

Fyrsta skotið í sambandi við Langhylin í Gundadali varð skotið í dag klokkan 14,15.

Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, sum trýstu á knøttin.

J. & K. Petersen vann lisitatiónina hin 1. oktober 2020, og varð sáttmáli undirskrivaður við Tórshavnar Kommunu hin 30. November 2020.

Verkætlanina, sum ætlandi skal vera liðug við árslok 2023, hevur ein høvuðstøkusáttmála upp á 147,5 mió. kr.

Tað er SNA sum hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.

Í tilgongdini fram ímóti Langhylinum hevur Tórshavnar kommuna verið á fundum við altjóða svimjisambandið FINA. Sambandið hevur millum annað samskift við bygginevnd og teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu um staklutir í uppskotinum fyri at taka øll neyðug atlit at krøvum til altjóða kappingar.

Langhylurin í Gundadali kann umframt allar føroyskar kappingar eisini hýsa altjóða kappingum nógv áratíggju fram í tíðina.

Á myndini eru frá vinstru: Edvin Joensen, J&K Petersen, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Petur Páll Juul, J&K Petersen, spreingimeistari.
Á myndini eru frá vinstru: Edvin Joensen, J&K Petersen, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Petur Páll Juul, J&K Petersen, spreingimeistari.

Aðrar tilvísingar