Heimið fyri sálarsjúk

Hóast veðrið teir seinastu mánaðirnar ikki hevur verið okkum til vildar, so hevur byggingin av heiminum fyri sálarsjúk gingið støðugt framá. Í januar og februar hevur nærum bara verið arbeitt innandura. Her í mars verða bygningarnir 4 og 5 vantandi liðugtklæddir.

Arbeitt verður í hesum døgum m.a. við at isolera og seta skilaveggir upp innandura. Løturnar tá veðrið er til uttandura arbeiði, verður arbeitt við at leggja takið á bygning 5 og sum heild gera bygningarnir 4 og 5 lidnar uttan.

Onnur tíðindi