Guggan 70 ár.

Í dag 12. oktobur fyllir Ragnhild A. Petersen vanliga nevnd Gugga 70 ár.

Guggan hevur verið ein stórur partur av J & K og felagið hevur óivað eisini veri ein stórur partur av henni.

Tá J & K húsaðist í Skopun var heimið hjá Gugguni og John karmur um fyritøkuna. Har var verkstað í garaguni og skrivstovan var uppi á. Mennirnir fingu kaffi í heiminum og blíðskapurin hjá Gugguni varð altíð stórur.

Guggan hevur verið stjóri í felagnum í 20 ár, til hon fyri 10 árum síðani lat starvið víðari til sonin Stein Olvur. Men hon hevur so sanniliga eisini verið mitt í rokanum, tá nógv var at gera. Tað var ikki óvanligt at hon koyrdi last- ella betongbil, tá tørvur var á tí.

Ordiligheitin sjálv, tað kann ikki takast frá Gugguni, og hvørja summarferiu gjørdu Gugga og døturnar høvuðsreint á skrivstovuni. Tá komið var aftur til arbeiðis, vóru hølini sum nýggj.

Hon hevur altíð verið góð við síni starvsfólk og henni dámar væl at práta og fáa ein kaffimunn saman við teimum.

Guggan gavst hjá J & K tá hon kom í pensiónaldur. Pensjónstilverðan verður notin saman við familju og vinum. Eisini er hon at síggja saman við morgunfrúunum í svimjihylinum í Gundadali.

Hóast John bráðliga legði árarnar inn, so fingu tit nógv góð ár saman, í summar høvdu tit gullbrúlleyp og fyri stuttum fylti John sjeyti. Tykkara stríð og strev hevur lagt lunnar undir tað fyritøku sum J & K Petersen er ídag.

Vit hjá J & K Petersen ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum.

Onnur tíðindi