Vilt tú vera við í menningini av infrakervinum í Suðuroy?

J&K Petersen søkir eftir arbeiðsleiðara til okkara tunnilsverkætlan millum Øravík og Fámjin. Sum arbeiðsleiðari verður tú partur av einum toymi og ein lyklapersónur í verkætlanini.

Arbeiðsleiðarin skal saman við verkætlanarleiðaranum og restini av toyminum tryggja, at arbeiðið gongur smidliga og væl. Arbeiðsleiðarin skal eitt nú taka sær av fyrisitingarligum og praktiskum uppgávum so sum økonomi, innkeypi, góðskutrygging og samskifta við undirveitarar.

Vit arbeiða við nútímans útgerð og vænta, at tú sum arbeiðsleiðari hugsar í praktiskum loysnum.

Førleikakrøv   

Vit vænta, at tú hevur royndir sum leiðari ella við anleggsarbeiði og ert vanur við at ganga undan, tá ið á stendur. Harafturat vænta vit, at tú ert útbúgvin verk- ella byggifrøðingur.

J&K Petersen setir trygd hjá arbeiðsfólki í hásæti, og tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.

Vit kunnu bjóða tær:

– Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

– Møguleikar fyri fakligari menning.

– Løn, ið samsvarar við útbúgving og royndir.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 14. november 2022 og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Linn Augustinussen, verkætlanarleiðara, á telefon 585012 ella skriva til linn@jkp.fo

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI


Onnur tíðindi