Útstykking í Kvívík

Um mánaðarskiftið juni juli var sett á at grava fyri útstykking í Kvívík.

Í hesum døgum verður gravað, borað, sprongt og planerað fyri vegi og 6 grundstykkjum Frammi í Gerði.

J & K Petersen ger lendið byggibúgvið, íroknað leiðingar so sum kloakk, vatn, el og tele.

Arbeiðið er mett at taka einar 3-4 mánaðir.

 

Onnur tíðindi