Útlærdir timburmenn

Á samkomu í dag var hátíðarhald á Hjalla. Tveir nýútbúnir sveinar hava fingið lærubræv sum timburmenn. Mikal Fríði Eyðunsson og Martin Rói Vilhelmsen kunnu nú kalla seg rættir handverkarar.

Hugnaliga løtan var nýtt til at minnast á undanfarnu ár og handaði Stein Olvur Petersen, stjóri gávur og sveinabrøv. Høvi var at heilsa uppá Mikal Fríða og Martin Róa.

Báðir hava fingið í boði at byrja teirra lívsleið innan fakið hjá felagnum.

 

Onnur tíðindi