Útbygging við Krambatanga

Fyrr í ár undirskrivaðu J&K Petersen og Landsverk undir sáttmála um at leingja ferjuleguna við Krambatanga.

Við útbyggingini verða atløguviðurskiftini munandi betri hjá Smyrli.

Útbyggingin fevnir um eina leingjan av atløgusíðuni við Krambatanga upp á einar 40 m.

Tá útbyggingin er liðug hevur Smyril tveir tryggar møguleikar at leggja at við Krambatanga.

J&K Petersen átti lægsta boð og vann uppgávuna at gera arbeiðið, ið gongur eftir ætlan.

 

Onnur tíðindi