
Tveir lærlingar til byggismíð
Vilt tú hava ein týðandi leiklut í byggivinnuni?
Kom so í læru sum byggismiður hjá J&K Petersen!
J&K Petersen leitar eftir tveimum ídnum lærlingum til byggismíð. Sum byggismiður verður tú ein partur av ymsu verkætlanunum hjá okkum, sum eru kring landið. Tú lærir alt um bygging av størri bygningum, vegum, brúgvum, íbúðarøkjum, torgum o.s.fr.
Les meira um útbúgvingina her:
https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/bygging/byggismi%C3%B0ur
Lærutíðin
Lærutíðin er 3 ár og 6-12 mánaðir.
Skúlagongdin er í Danmark. Vit gjalda ferðing og bústað í skúlaskeiðnum, so tú skalt bara hugsavna teg um skúlan.
Vit kunnu bjóða tær:
Eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi
Eitt arbeiðspláss í menning
Góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgvin
Um teg
Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:
– álítandi,
– ágrýtin, og
– røkin.
Umsókn
Vilt tú vita meira um læruplássið og fyritøkuna, ert tú vælkomin at ringja til Arthur Silvureið, lærumeistara, á telefon 585094.
Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 30. mai 2025.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi

Súsanna okkara samskipari í burðardygd
Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í ...

J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svør...

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...