Ert tú til reiðar, at gerast partur av komandi ættarliði av handverkarum, sum koma at mynda Føroyska bygging, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir 2. lærlingum til húsasmíð.

Lærlingarnir koma, í tøttum samstarvi við handverkarar í fakinum, at loysa ymiskar smærri og størri verkætlanir. Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, og fær lærlingurin innlit og royndir á nógvum økjum í fakinum.

Ert tú álítandi og ágrýtin átti tú at søkt lærupláss hjá okkum.

Gongdin í handverkaravinnuni fer greitt tann vegin, at vit fáa størri tørv á handverkarum. Um tú lærir til handverkara hevur tú eina trygga framtíð í vænti, hvat arbeiði viðvíkur.

Vit ynskja lærlingar, ið eru stoltir av sínum faki og samstundis eru:

– Álítandi og taka ábyrgd í arbeiðinum

-Góð samstarvsevnir

-Arbeiðssamir, røknir og fyrikomandi

-Ágrýtnir

Lærutíðin er 4 ár. Skúlagongdin er skipað í samráð við útbúgvingarmyndugleikan.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina við at fylgja hesi leinkju, ella við at venda tær til Finn Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Handverkarafelag.

Vit seta 2 strøv í aug. 2019 og 2 størv í jan. 2020.

Umsóknir og CV skulu sendast til: starv@jkp.fo.

Um J&K Petersen:

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði arbeiðir fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 200 fólk starvast í fyritøkuni.

Føroysk bygging – Fakligur stoltleiki