Til verka í stórkava

Gjøgnum tíðirnar hevur J & K Petersen fingið álitið at gera nógv arbeiðir og starvsfólk okkara arbeitt við nógvum ymiskum uppgávum og avbjóðingum kring landið og uttanlanda við.

Her í morgun byrjaðu nøkur av okkara starvsfólkum teirra arbeiðsviku í stórkava við Koplingarstøðina í Húsahaga. Koplingarstøðin verður sum kunnugt lagað eftir landslagnum. Men í byggivinnuni kunnu vit ikki altíð bara laga okkum eftir landslagnum. Vit mugu eisini arbeiða í mun til veðurlagið, og tað sum veðrið hevur við sær.

Sum myndirnar niðanfyri vísa á var ikki bara talan um kava upp til knýggja, tá ið fólk komu til arbeiðis í morgun.

Onnur tíðindi