Team Rynkeby á vitjan

Team Rynkeby Føroyar vitjaði leygardagin J & K, sum stuðlar hesum átakinum, ið er ein partur í innsavningini av peningi til Krabbameinsfelagið í teirra áhaldandi bardaga móti krabbameini.

Steðgurin Team Rynkeby hjá J & K á Hjalla var í byrjanini av einum langum venjingartúri hjá súklarunum henda góða dag. J & K fer her at nýta høvið at ynskja Team Rynkeby Føroyar góða fer víðari móti Fraklandi og Avenue des Champs-Élysées í París.

Onnur tíðindi