Sveinur gerst sveinur

Sveinur K. Dahl fekk handa sítt sveinabræv nú hann er útlærdur múrari. Sveinur hevur staði í læru hjá okkum tvey tey seinnu árini av lærutíðini. Fyrru helvt av lærutíðini hevur Sveinur tikið í Danmark.

Stein Olvur Petersen, ynskti sveininum hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Millum tey ið vóru til staðar í var eisini lærumeistarin hjá Sveini, Sigtór Heinesen, sum sjálvur er múrari.

Vit ynskja Sveini K. Dahl hjartaliga tillukku við yrkispróvnum sum múrari og vilja samstundis ynskja Sveini alt tað besta í framtíðini.

Á myndini: Sigtór Heinesen, Sveinur K. Dahl og Stein Olvur Petersen.
Onnur tíðindi