Sunnara og eystara síða á Tórsvølli

Tórshavnar býráð samtykti 16. juni 2014 at gera partalagssáttmála við J & K Petersen Contractors um víðkan av verandi arbeiði á sunnaru síðu og at gera eystaru síðu á Tórsvølli. Sáttmálin varð 19. juni undirskrivaður millum kommununa, FSF og J & K.

Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt fyrst í juni 2015. Gongst sum ætlað, standa sperrurnar uppi longu áðrenn árskiftið. Eystara síða verður útgjørd við hóskandi umstøðum at veita áskoðarum tænastur – eitt nú sølubúðir, toilett osfr.

Eftir ætlan skal Tórsvøllur gerast multifunktionellur, tað vil siga at vøllurin skal brúkast til t.d. konsertir og onnur tiltøk, og ikki bara til í fótbóltslandsdystir, hóast tað vil verða týðandi partur av virkseminum á vøllinum.

Tá arbeiðið við eystaru síða er liðugt, kunnu umleið 2700 áskoðarar afturat verða undir taki afturat teimum 900, ið koma undir tak, tá sunnara síða verður liðug á heysti í ár.

Tá eystara síða er liðug, manglar bara uttanumøkið, vestara skýlið og bygging omaná Fimi, soleiðis at talan kann verða um eitt fullfíggjað stadion, sum lýkur tey krøv, sum UEFA og FIFA seta til slík stadion.

Onnur tíðindi