Stásiligur FSF bygningur í eyðsjón

Nýggi og stásiligi FSF bygningurin við landsynningsendan av Tórsvølli, sum eftir ætlan kemur at standa liðugur í september í ár, er nú sjónliga litríkur. Bygningurin er kombineraður fyrisitingarbygningur við áskoðaraplássum og skýli.

Í løtuni verður bygningurin innlokaður. Lendisarbeiðið er gjørt, og betongveggirnir eru stoyptir í trimum hæddum. Káplar og rørleggingar eru lagdar. Berandi og stabiliserandi betongveggirnir við skjøldrarnar og í miðjum bygningi eru komnir upp í hæddirnar. Berandi stálkonstruktiónirnar, sum serliga bera dekkini bæði, áskoðaraplássini og takkonstruktiónina, eru eisini komnar upp.

Nýggju bygningurin hjá FSF er serligur. Her eru rundir formar, bogar og fagrir litir. Kreativ byggifrøði, sum strembar eftir at eggja til skapandi virksemi.

Onnur tíðindi