Starvsfólkatúrur 20. juni 2020.

Leygardagin var starvsfólkatúrurin hjá J. &. K. Petersen Contractors.

Farið varð kl. 13,00 av Hjalla til Eiðis, har vitjað varð í Eiðis Kirkju kl.14,00.

Jonhard Jógvansson greiddi frá søguni um kirkjuna, og um teir einstøku lutirnar í kirkjuni – sera áhugaverd søga og væl greitt frá í vøkru kirkjuni á Eiði.

Eisini sang Signar í Homrum nakrar sangir – ein sera góð og hugnalig løta.

Aftaná varð farið til gongu niðan á Eiðiskoll undir kønari leiðslu av Jan Thomsen, sum hegnisliga og undirhaldandi greiddi frá ymiskum á túrinum.

Veðrið var av tí allar besta, og nógvar vakrar myndir vóru tiknar.

Umleið klokkan 19,00 vóru vit aftur í bygdini. Farið varð beinleiðis í snotuliga Húsið á Hólmanum, har borðreitt varð við fiskasuppu, grillin var sett framm, eins og okkurt søtt var omaná.

Ein væl skipaður túrur av starvsfólkadeildini og damunum á skrivstovuni.

Farið varð av Eiði klokkan 21,15.

Onnur tíðindi