Verkstaðið hjá J&K Petersen søkir eftir dugnaligum fólki við tekniskari vitan

– Søkt verður eftir maskinisti, maskinsmiði ella mekanikara til verkstaðið hjá J&K Petersen.

Verkstaðið tekur sær av øllum tekniskum og mekaniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, entreprenørmaskinum, amboðum og øðrum, sum hoyrir til tekniska og mekaniska økið.

Førleikakrøv

Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur maskinist, maskinsmiður, mekanikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og at tú ert:

• samstarvssinnað/ur

• vælskipað/ur

• arbeiðssom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv.

Nakað fyri teg?

Ring til Torstein H. Olsen, verkstaðsleiðara, á telefon 585068 gerandisdagar millum kl. 08-16 og hoyr nærri. Umsókn kann sendast til starv@jkp.fo. Til ber eisini at støkka inn á gólvið – á Hjalla 13, Hoyvík.

Umsóknarfreistin er 30. juni 2022. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um J & K Petersen

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 180 fólk starvast í fyritøkuni.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar