Søkt verður eftir einum bilførara til pumpubil hjá J&K Betong.

Søkt verður eftir áhugaðum og ágrýtnum bilførara. Arbeiðsøkið hjá tær verður at koyra pumpubil og vanligt viðlíkahald av bilinum. Eisini skal tú innganga í arbeiðið, sum blandistøðin annars fevnir um.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband Finnur Joensen, HR-leiðara á tlf. 585036. 

Umsóknarfreistin er 19. sept. 2021.

Um J&K Betong / J&K Petersen Contractors

J&K Betong er partur av virkseminum hjá J&K Petersen Contractors. Í J&K Betong starvast 8 dugnalig starvsfólk. J&K Betong veitir betong til alt betongarbeiði. Vit veita dygdarbetong til sethús, garðar, bilhús, fjós, virkisbygningar, havnagerð, Tunnlar o.a. J&K Betong veitir betong, sum hevur ymiska styrki. Í allari fyritøkuni hjá J&K Petersen starvast um 170 starvsfólk.

Aðrar tilvísingar