Nýstovnað starv sum HR-samskipari hjá J&K Petersen

Kundi tú hugsað tær at verið samskipari av starvsfólkahópinum hjá eini av Føroya størstu byggifyritøkum?

Vit sóknast eftir einum HR-samskipara til eitt nýstovnað starv.

Tín uppgáva

Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar, og tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við menningarleiðara felagsins. Tú kemur millum annað at:

  • skráseta og halda við líka starvsfólkaupplýsingar í ymsum KT-skipanum,
  • samskipa og ráðgeva í sambandi við starvsetanir og starvsfólkamál,
  • fyrireika starvslýsingar, umsita starvssetanarportal felagsins, svara umsøkjarum og klárgera starvssáttmálar,
  • søkja um arbeiðis- og uppihaldsloyvir og samskifta við TAKS, ALS, kommunur og fíggjarstovnar,
  • áhaldandi menna og halda við líka starvsfólkahandbók og mannagongdir á HR-økinum,
  • samskifta við/ráðgeva leiðarum og starvsfólkum,
  • saman við øðrum skipa fyri innanhýsis skeiðum og tiltøkum,
  • samskipa leigumál,
  • saman við lærumeistarum samskipa lærlingaviðurskifti og
  • hava aðrar fyrifallandi uppgávur.

Um teg

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi royndir innan HR-arbeiði, og at tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu á føroyskum.

Tað er eitt krav at tú kanst samskifta á enskum.

Vit ynskja ein HR-samskipara, sum er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og fyrikomandi.

Um starvið

Í fyrisitingini, sum tú kemur at verða ein partur av, starvast í løtuni 11 fólk. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og verða tær ofta loystar í felag í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á deildini.

Talan er fulltíðarstarv. Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu.

Treytir

Lønin verður ásett eftir førleikum og royndum.

Umsókn

Umsóknarfreistin er sett til hósdagin 30. juni 2022. Umsóknir skulu sendast til: starv@jkp.fo

Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Onnu Kalsø, menningarleiðara, á tlf. 585007.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar