Kranaførari til J&K Petersen

Vit sóknast eftir einum kranaførara við kranacertifikat E.

J&K Petersen hevur nógvar og spennandi verkætlanir, og eru arbeiðsuppgávurnar tí nógvar og fjølbroyttar.

Arbeiðsuppgávurnar eru at koyra krana og gera fyrifallandi arbeiði í hesum sambandi. Harumframt skalt tú tryggja viðlíkahald, eftirlit og reinhald av krananum fyri at tryggja, at kranin altíð er í lógligum standi.

Vit vænta at tú hevur:

  • royndir við kranakoyring.
  • góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • hevur gott handalag og er álítandi.
  • ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.

Krav

Galdandi kranacertifikat.

Løn sambært avtalu.

Umsókn

Umsókn við prógvum skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 27. februar 2023, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088 ella skriva til regin@jkp.fo

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar