J&K Petersen søkir eftir førara til dumparakoyring

Starvið verður sett so skjótt vit finna rætta føraran.

Fyrimunur er um tú hevur royndir við koyring. Um tú ikki hevur royndir innan
økið er møguleiki fyri upplæring.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigtór A. Petersen,
anlegsleiðara á tlf. 585009 ella til Finnur Joensen HR-leiðara á tlf. 585036.

Um J & K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar