Formaður til anleggsarbeiði hjá J&K Petersen

Søkt verður eftir formanni til anleggsarbeiði. Starvið fevnir um at loysa spennandi og avbjóðandi verkætlanir innan anleggsarbeiði. Tú skalt vera við til at fyrireika uppstartin av ymiskum arbeiðum og kemur at verða ein lyklapersónur á verkætlanini.

Í samstarvi við leiðsluna á plássinum skalt tú leiða og býta út arbeiðsuppgávur til starvsfólkahópin.

Vit arbeiða við nútímans útgerð og vænta samstundis, at tú sum formaður hugsar í praktiskum loysnum.

Førleikakrøv   

Um tú hevur royndir sum formaður ella royndir við anleggsarbeiði og ert vanur við at ganga undan, ert tú tann rætti til starvið.

J&K Petersen setir trygdina fyri arbeiðsfólkið í hásæti. Tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.

Vit kunnu bjóða tær:

– Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

– Møguleikar fyri fakligari menning.

– Løn, ið samsvarar við útbúgving og royndir.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 14. oktober 2022. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Sigtór A. Petersen, anleggsleiðara, á telefon 585009.

Aðrar tilvísingar