Um tú ikki skalt undir lesnað í ár, kunnu vit bjóða tær ein góðan møguleika at betra um títt CV, samstundis sum tú kanst økja um tína uppsparing.
J&K Petersen søkir eftir arbeiðsfólki til ófaklært- og fyrifallandi arbeiði av ymiskum slagi. Vit arbeiða kring stórsta partin av landinum.
Tínir førleikar
Vit vænta, at tú hevur áhuga í at arbeiða í einum umhvørvi, har nógv er at gera og nógv er at læra.
Persónligir eginleikar
Tú ert álítandi og nærløgd/-lagdur. Eisini vænta vit, at tú ert ábyrgdafull/-ur og trívist væl millum nógvar starvsfelagar.
Tú kanst fáa meira at vita um starvið, við at venda tær til Ása H. Christiansen, HR-samskipara, á telefon 585005, ella tú kanst senda eina umsókn til starv@jkp.fo.
Størvini verða sett eftir nærri avtalu.
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum á økinum.
Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI