Dagligur leiðari við rakstraruppgávum til J&K Betong

Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri ein av fremstu betongframleiðslunum í Føroyum?

Vit sóknast eftir einum dagligum leiðara við rakstraruppgávum til J&K Betong at byrja skjótast gjørligt.

Tín uppgáva

Sum dagligur leiðari hjá J&K Betong fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Aðaluppgávan er at leiða okkara blandistøð og tryggja, at vit veita betong rætt, trygt og rættstundis.

Uppgávurnar fevna um starvsfólkaleiðslu, kundarøkt, uppfylging av økonomi og ikki minst tryggja, at viðlíkahald av blandistøð og reinsianlegg verður avgreitt. Væntað verður eisini, at dagligi leiðarin setur seg inn í framleiðslutilgongdini og við tíðini kann avloysa okkara blandimeistara og blanda betong, tá á stendur.

Blandistøðin hevur harumframt eitt nýmótans reinsianlegg, sum eru slóðbrótandi á umhvørvisøkinum. Dagligi leiðarin fer at standa á odda fyri at menna anlegg og brúk av resttilfar víðari.

Um teg

Vit vænta, at tú ert tøkniliga væl fyri og at tú hevur leiðsluroyndir. Royndir við betongarbeiði og/ella betongframleiðslu er ein fyrimunur.

Vit ynskja ein dagligan leiðara, sum er nærlagdur og samstarvssinnaður.

Um starvið

Hjá J&K Betong, sum veitir betong um alt landið, starvast í løtuni 8 fólk. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og verða tær ofta loystar í felag í tøttum samstarvi við blandimeistaran og hini starvsfólkini á deildini.

Talan er fulltíðarstarv.

Treytir

Lønin verður avtalað við leiðsluna og ásett eftir førleikum og royndum.

Umsókn

Umsóknarfreistin er sett til sunnudagin 22. mai 2022. Umsóknir skulu sendast til: starv@jkp.fo

Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Stein Olvur Petersen, stjóra, á tlf. 585001.

J&K Betong er sertifiserað av norska Kontrollrådet.

Aðrar tilvísingar