Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir timburmonnum

Í sambandi við vaksandi byggivirksemi í felagnum, verður søkt eftir timburmonnum.

Vit bjóða góðar arbeiðsumstøður undir skipaðum viðurskiftum.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um arbeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríða Reinert Djurhuus á tlf. 58 50 63.

Umsókn kann sendast á teldupost: starv@jkp.foella við at gera avtalu við Fríða.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar