Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir timburmonnum/hondverkarum.

Í sambandi við vaksandi byggivirksemi í felagnum, verður søkt eftir timburmonnum.

Vit bjóða góðar arbeiðsumstøður undir skipaðum viðurskiftum.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríða Reinert Djurhuus á tlf. 58 50 63.

Umsóknir til størvini skulu vera okkum í hendi seinasta lagi 19. sept. 2021. og kann umsókn sendast á teldupost: starv@jkp.fo, ella við at gera avtalu við Fríða Reinert Djurhuus.

Um J&K Petersen:

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar