J&K Petersen søkir eftir smiðum, mekanikarum ella entreprenør mekanikarum.

Til verkstað okkara søkja vit eftir dugnaligum smiðum, mekanikarum ella entreprenør mekanikarum.

Arbeiði fevnir um alt vanligt eftirlit, viðíkahald og umvælingar av okkara maskinum.

Vit ynskja, at tú ert skjótur við loysnum, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin og tænastusinnaður.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finnur Joensen, HR-leiðara á tlf.: 585036.

Umsóknir til størvini skulu vera okkum í hendi seinasta lagi 19. sept. 2021. og kann umsókn sendast á teldupost: starv@jkp.fo, ella við at gera nærri avtalu við Finnur Joensen.

Um J&K Petersen:

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar