Stálsektiónir til Sandábrúnna fraktaðar í nátt

Fyrsta umfarið av fraktingini av stálsektiónunum frá vestaru bryggju í Havn til brúnna um Sandá varð byrjað í gjárkvøldi og helt á fram í nátt til tíðliga í morgun. Stálsektiónirnar, sum eru framleiddar í Pólandi, komu við fraktskipinum Hohe Bank til Føroyar mikudagin 11. mars.

Henda fyrsta fraktin á landi av slíkum stórum stálsektiónum umfataði 4 av teimum 13 sektiónunum, ið hava ligið á vestaru bryggju síðan tær komu á land í Havn. Tær næstu 9 sektiónirnar verða fluttar og skipaðar eftir eini nærri ætlan komandi kvøld og nætur.

Tann fyrsta flytingin gekk eftir ætlan og varð gjøgnumførd frá vestaru bryggju og eftir J.C Svabosgøtu og Velbastaðvegnum og til brúnna um Sandá omanfyri kirkjugarðin.


Onnur tíðindi