Sørvágs skúli

Fríggjadagin 21. februar var skúlin í Sørvági klárur at taka í brúk. Talan er um eina samanbygging við nýggjum innrættingum og nýggjari forhøll vm.

Arbeitt hevur verið við:

  • Nýbygging av forhøll og tenging av hesari til verandi bygningspartar
  • Innrætting av nýggjari høvuðsinngongd
  • Innrætting av gomlu fimleikahøllini til eitt miðlasavn
  • Innrætting av hølunum omanfyri gomlu fimleikahøllini til at gerast partur av gongs- og forhallarumhvørvinum
  • Innrætting av køki í kjallarinum í upprunabygningi
Onnur tíðindi