Søkt verður eftir Maskinførarum.

Vegna vaksandi virksemi søkja vit eftir 4 maskinførarum

Vegna vaksandi virksemi verður søkt eftir 4 maskinførarum.

Størvini verða sett so skjótt vit finna røttu persónarnar.

Ynskir tú at vita meira um arbeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigtór A. Petersen, anlegsleiðara, á tlf. 58 50 09 ella Finnur Joensen, HR-leiðara á tlf. 58 50 36.

Løn og setanartreytir:

Talan er um fulltíðarstørv. Løn eftir avtalu.

Umsóknarfreistin er 25. okt. 2020 og verða umsóknir at senda til starv@jkp.fo ella við at ringja til okkara.

Vit bjóða góðar arbeiðsumstøður undir skipaðum viðurskiftum.

Um J&K Petersen:

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 180 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi