Søkt verður eftir maskinførarum

Vit bjóða góðar arbeiðsumstøður undir skipaðum viðurskiftum.

Størvini verða sett so skjótt vit finna røttu persónarnar.

Løn og setanartreytir:

Talan er um fulltíðarstarv. Løn eftir avtalu.

Ynskir tú at vita meira um arbeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigtór A. Petersen, Anlegsleiðara, á tlf. 585009 ella Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Umsóknarfreistin til starvið er 31. mai 2021 og verða umsóknir at senda til: starv@jkp.fo

Eisini ber til at søkja starvið við at ringja til okkara.

Um J&K Petersen:

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi