Smoltstøðin á Norðtoftum

Nýbyggingin av smoltstøðini á Norðtoftum er at enda komin. Bygningsarbeiðið, sumJ & K Petersen Contractorshevur gjørtfyri Bakkafrost Farming á Norðtoftum í Hvannasunds kommunu,byrjaði um mánaðarskiftið februar og mars 2013.

Arbeiðið, sum J & K hevur gjørt og skipað, umfataði gerð av leiðingum í jørð, jørð-, betong-, timbur- og stálarbeiði, HVS, EL- og málaraarbeiði.

Planeringin av økinum og kloakkarbeiðið varð tarnað eitt sindur, tí vit undir útgrevstrinum fyri fundamentum raktu við gamlar trykkfløskur, sum varisliga skuldi flytast og burturbeinast á tryggan hátt.

Síðst í mai 2013 varð byrjað at stoypa reinsiverkini, ið standa niður í sjógv. Í juli mánaði byrjaðu vit at stoypa fundamentir til stál konstruktiónirnar.

18. oktobur bleiv bygningurin Høll A, sum eisini inniheldur umsitingina, reist.Tá stóðu múrarnir, berandi stálrammirnar og takkonstruktiónin uppi.Útsíðurnar og takið var síðan gjørt. Tað tók fleiri dagar enn ætla at fáa bygningin innilokaðan, tí veðrið ikki var okkum til vildar. Sum flest øllum kunnugt var ofta fitt av vindi og regni nógvar av døgunum seinasta vetur.

13. december varð reisugildið hildið fyri Høll B. Sum undan farna arbeiðið tók tað nakrar dagar at fáa bygningin innilokaðan, tí vetrarveðrið sum fyrr nevnt ikki var okkum til vildar.

Tað viðraði so mikið illa í vetur, at tíðarætlanin bleiv eitt sindur longd. Hóast hetta hevur gingist væl og úrslitið er vorið gott.

Frá fyrst í januar 2014 til og við 2. juni var bygningurin, Høll B, innilokkaður og innrættaður. Vit hava havt undirveitarar, ið hava gjørt el-, HVS- og málaraarbeiði umframt smiðuarbeiði við rustfríðum stáli.

Uttanum økið er eisini planerað og asfalterað, og varð okkara arbeiðið við Smoltstøðina hjá Bakkarfrost Farming á Norðtoftum liðugt í juni.

Onnur tíðindi