Skúlin við Marknagil

Byggingin av skúladeplinum við Marknagil, iðfer at hýsa einum samanløgdum studentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla við felags hentleikum og felags leiðslu, gongur eftir ætlan. Nú sæst av álvara rúm í byggjarínum, og ein hómar samlaðu støddini av skúlanum.

Arbeiðstøkurnar eru 9 í tali. Tær eru 1) jørð, kloakk, betong og stálarbeiði, 2) innilokan, 3) innrætting, 4) el-arbeiði, 5) HVS og luftskiftisskipanir, 6) múraraarbeiði, 7) málaraarbeiði, 8) lendisarbeiði o.a. og 9) byggipláss.

Fitt av jørðarbeiði er gjørt. So hvørt verður farið frá byggistigi til byggistig. Stóra arbeiðið undir jørð er komið undir land. Í løtunieru um 50 arbeiðsfólk á byggiplássinum, hartað í høvuðsheitum er stoypiarbeiði av fundamentum og betongveggjum, sum er í gongd.

Skúladepilin, ið verður umleið 19.500 fermetrar til støddar, fer at hýsa 1.300 næmingum, og skal hann eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

 

Onnur tíðindi