Siri í Noregi

Arbeiðið í Honningsvåg í Noregi er í gongd, og tað gongur væl. Byrjað varð fyrstu viku í januar í ár og endar seinast í september.

Siri flytir einar 3.000 kubikk av tilfari um dagin, frá einum grótbroti til dumpistaðið, sum verður ein brimgarður, tá ið arbeiðið er liðugt. Okkara menn umborð á Siri lata væl at. Teir arbeiða til tíðir í 20 kuldastigum, ið er vanligt um veturin norðuri í Noregi .

Arbeiðið, ið verður gjørt, er eitt samstarv millum J&K Petersen Contractors og Ístak.

Onnur tíðindi