Siri í Alta, Noregi

Siri endaði arbeiðið í Honningsvåg í Noregi tann 24. september, og silgt varð dagin eftir móti Alta, so vit kundu koma í gongd við eina nýggja uppgávu.

Siri flytir hvønn dag stórar mongdir av tilfari millum Kåfjord og Møllnes nærhendis býnum Alta, frá einum grótbroti til eitt dumpistað, sum er ein partur av einum vegastrekki.

Okkara menn umborð á Siri lata væl at, og eru komnir væl í gongd við teirra arbeiði.

Arbeiðið hjá Siri í Alta er eitt samstarv millum J&K Petersen Contractors og Ístak.

Onnur tíðindi