Siri fraktar grót til Alta floghavn

Í oktober og her í november mánaða hevur Siri silgt við dupultmanning, og frakta og dumpa stórar grótmongdir til tað stóru útbyggingina E6 Alta Vest í Norðurnoregi. Kommunan í Alta brúkar grótið til at fyrireika útbyggingina av flogbreytini í floghavnini í Alta.

Sum ein partur av hesi stóru verkætlan siglur Siri nú í døgndrift við at flyta grót frá tveimum tunnilsarbeiðum til sjóvarmálan dygst við floghavnina. Hvør túrur tekur einar tveir tímar aftur og fram, og hevur Siri d.d. frakta um 65.000 kubikkmetrar av gróti.

Tað er LNS, ið hevur leigað Siri, sum er meira neyv í dumping av gróti enn aðrir bátar á staðnum, ið dumpa síðulens. Siri kann dumpa serliga neyvt, tí vit hava nýtímans GPS skipan umborð umframt at dumpað verður miðskips og lodrætt í havið. Harumframt kann Siri koma inn frá fleiri síðum, og sigla og dumpa á 2-3 metra dýpið. Ein annar sera týðandi fyrimunur er, at skipið kann sigla undir lágar brúgvar, sum eru 4 metur, loddrætt, frá sjónum.

J&K hevur verið á tí norska marknaðinum við okkara dýpingaramboðum síðan 2010, og hava vit vunnið okkum góðar royndir her.


Onnur tíðindi