Umskipan av leiðslu og nevnd hjá J&K Petersen

Partaeigarar og leiðsla fyri J&K Petersen hava tikið avgerð um umskipan av leiðslu og nevnd felagsins.

Stjóri felagsins seinastu 15 árini, Stein Olvur Petersen, hevur biðið um farloyvi.

Á aðalfundinum í ár valdi Stein Olvur Petersen eisini at taka seg úr nevndini.

Á aðalfundinum vóru tveir nýggir nevndarlimir valdir. Hesir eru Jóannes Niclassen og Klaus Rasmussen.

Jóannes Niclasen hevur drúgvar royndir innan byggivinnu, og Klaus Rasmussen hevur drúgvar royndir sum grannskoðari og nevndarlimur fyri fleiri stórar fyritøkur.

Nevndin er nú mannað við Christian Andreasen, nevndarformanni, Ragnhild A Petersen, Jóannes Niclassen og Klaus Rasmussen.

Nevnd felagsins hevur sett Sigtór A Petersen sum stjóra. Sigtór A Petersen hevur drúgvar royndir í felagnum sum framleiðslustjóri.

Nevndin hevur eisini í samráð við nýggja stjóran sett Annu Kalsø sum varastjóra. Anna er eisini menningarleiðari í fyritøkuni.

Leiðslubólkurin er eisini styrktur við Jákup Mørk, roknskaparleiðara.

Leiðslubólkurin er nú mannaður við Sigtór og Annu sum stjórn, Per Kallsberg sum fíggjarleiðara og Jákup Mørk sum roknskaparleiðara.

Leiðslan og nevndin arbeiða í løtuni við at menna J&K Petersen, sum er millum elstu byggifyritøkur landinum.

Hóast felagið hevur havt avbjóðingar, er nýggja leiðslan sannførd um, at felagið aftur fer at geva yvirskot í 2023.

Onnur tíðindi