Sáttmáli undirskrivaður við Metrostav Norge

Sáttmáli varð í morgun undirskrivaður við Metrostav Norge. Nýggi undirveitarin skal bora, tryggja og vatntryggja nýggja tunnilin millum Ørðavík og Fámjin.

Metrostav Norge hevur drúgvar royndir innan tunnilsarbeiði. Móðurfelagið, Metrostav, er eitt stórt sentralevropiskt byggifelag, við nærum 5.000 starvsfólkum og verkætlanum í 15 evropiskum londum.

Vit síggja fram til nýggja samstarvið og bjóða Metrostav Norge hjartaliga vælkomið til Føroyar.

Onnur tíðindi