Sáttmáli undirskrivaður á 50 ára degnum hjá Havsbrún

Á 50 ára føðingardegnum hjá Havsbrún, sum var hátíðarhildin í nýggju hølunum hjá felagnum, skrivaðu Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, og Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K, undir sáttmála um bygging av nýggjari fóðurgoymslu í Fuglafirði.

Fyrr í mánaðinum vann J&K lisitatiónina at byggja nýggju fóðurgoymsluna. Fýra byggifyritøkur løgdu boð inn.

J&K fer at nýta høvið at ynskja Havsbrún TILLUKKU við 50 ára føðingardegnum.

Onnur tíðindi