Sambýlið fyri sálarsjúk komið ígongd

Arbeiðið at gera heim fyri sálarsjúk er byrjað.

Annika Olsen, landsstýrismaður í heilsumálum, kundi seta spakan og skuffuna í 12. februar 2013. Aftaná høvdu arkitektarnir eina framløgu av prosjektinum.

Heimið hevur 2 búlonir við tilknýttum felagsbygningi, og 2 búlonir, sum standa leysar av felagsbygninginum. Tað verða 16 íbúðir. Orsakað av trongum fíggjarkarmi verða tað bara 12 íbúðir bygdar í fyrsta umfari.

Nú er økið grivið av, og í hesum døgum verður borað og sprongt.

Onnur tíðindi