Saman gera vit mun

Saman gera vit mun

TAK UPP RUSK — ONKI FUSK

J&K Petersen arbeiðir við eini verkætlan um eitt reinari arbeiðsumhvørvið.

Tí hava vit valt at fara við í átakið, at taka rusk við sær ávegis til kaffiskúrin ella ávegis heim. Tí hava vit gjørt eina plakat, ið verður hongd upp inni á øllum okkara arbeiðsøkjum – Boðskapurin er greiður, vit vilja hava eitt reinari umhvørvi.

Á plakatini verður m.a. víst á at:

“Hvønn dag síggja og hoyra vit um dálking. Talan er ofta um smáar nøgdir av ruski, sum við tíðini gerast til stórar samfelagstrupulleikar.

Ein vanligan arbeiðsdag fara vit 3 ferðir til arbeiðsskúrin. Um vit hvørja ferð taka rusk við okkum, fáa vit eitt reinari arbeiðspláss.

Vit eru yvir 200 starvsfólk hjá J&K Petersen. Tað vil siga, at vit kunnu rudda 150.000 ruskpettir um árið.

Vit ynskja at vísa samfelagssinni.”

J&K Petersen Contractors.

Onnur tíðindi