Royndarkoyring av ljósum – Vága Floghavn

Arbeiðið at leingja Vága Floghavn gongur støðugt framá. Mánakvøldið 05. septembur varð partur av nýggju ljósunum royndarkoyrd fyri fyrstu ferð. Tað vóru ljósini ímótið Sørvágsvatn sum vórðu royndarkoyrd. Royndin gekk væl og veitarin var væl nøgdur við fyrstu royndina.

Nú skulu ymsikar royndir gerast afturat áðrenn tey verða endaliga góðkend.

Arbeiðið gongur annars væl, hóast ymiskir trupulleikar hava verið. Vøllurin verður sum ætlað klárur at nýta 03. desembur 2011.

Onnur tíðindi