Vit leita eftir maskinførara til okkara verkætlanir kring landið. Starvið fevnir um koyring av entreprenørmaskinum á ymsum verklagsarbeiðum. Talan er um alt frá 5,5 tons maskinum og uppeftir.
Maskinførarin tekur sær eisini av vanliga og dagliga viðlíkahaldinum av maskinuna.
Førleikakrøv
Vit vænta at tú ert:
– røkin og álítandi,
– arbeiðsom/-samur,
– og hevur góð samstarvsevni.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum maskinførari.
J&K Petersen setir trygdina fyri arbeiðsfólki í hásæti. Tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.
Vit kunnu bjóða tær
– Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.
– Møguleikar fyri fakligari menning.
– Løn, ið samsvarar við útbúgving og royndir.
Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.
Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. juni 2023. Starvið verður sett 1. september, ella eftir nærri avtalu.
Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Sigtór A. Petersen, stjóra, á telefon 585009.
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI