Vegna økt virksemið verður søkt eftir spreingimeistara.

Vit hava nógv um at vera og hava tí tørv á styrkja okkara starvsfólkahóp á økinum.

Vit kunnu bjóða góðar arbeiðsumstøður og verður spreingimeistarin at skipað arbeiði sítt í tøttum samstarvið við arbeiðsformenn og projektleiðslu.

Førleikar:

Neyðug loyvir

Væl skipaður

Nærlagdur

Hevur fokusøki á: HTU.

Vit kunnu bjóða

Góð lønarviðurskifti

Møguleika fyri fakligari menning

Arbeiðsstaður verður settur eftir tørvi og skal spreingimeistarin tí hava koyrikort.

Hevur tú spurningar í sambandi við starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigtór Petersen, Anlegsleiðara á tlf.: 585009 ella við Finnur Joensen HR-leiðara á tlf. 585036.

Umsókn

Umsókn skal sendast við telduposti til: starv@jkp.fo og verður starvið sett í nærmastu framtíð.

Um J&K Petersen

J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 200 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegs-, dýpingar-, byggi- og havnaarbeiðum í øllum landinum.