Magn í Miðvági er reist

Týsdagin 21. januar varð Magnstøðin í Miðvági reist. Útsíðurnar og takið er gjørt sum elementir í verkstaðnum undir Magnstøðini. Tað tók 2 dagar at fáa bygningin innilokaðan, hóast veðrið ikki var av tí allar besta – fitt av vindi og regn.

Arbeitt verður nú m.a. við at isolera og bróta pusslagið upp innandura. Løturnar tá veðrið er so frætt, verður arbeitt við at gera bygningin lidnan uttan og leggja takið á. Eisini skal dekkið framman fyri tettast og asfalterast.

Onnur tíðindi